Ongantíð áður er so lítið av fiski frá føroyskum skipum avreiddur uttanlands sum í 2010. Bæði tá uppgjørt verður í tonsum og í prosentpartum av veiðini samanlagt. Tað upplýsir Hagstovan.
Tað vóru bara stívliga 1.200 tons av toski, hýsu og upsa vóru avreidd uttanlands í fjør, sum er munandi minni enn seinastu fimtan árini. Seinastu trý árini eru í miðal avreidd 2.500 tons uttanlands av hesum trimum fiskasløgum, sum telja um leið fýra prosent av samanløgd avreiðingunum. Í árunum frá 2002 til 2004 vóru tonsini 15.500, sum var 15 prosent.
Tað fór eisini minni av óvirkaðum, feskum fiski av landinum hesi seinastu trý árini, enn árini frammanundan. Fiskurin verður annaðhvørt landaður uttanlands, ella hann verður útfluttur feskur úr føroyskari havn, eftir at hann er avreiddur í Føroyum.
Níggju prosent av botnfiskinum, sum varð landaður í Føroyum, er farin óvirkaður av landinum seinastu trý árini. Árini 2002 til 2004 var tað 15 prosent.