Miseydnaður steypadagur

Dystirnir millum B36-Skála, Fram-KÍ og ÍF-HB vórðu í dag allir avlýstir vegna veður. Dysturin millum B36 og Skála var 10 minuttir gamal, tá ið Dagfinn Olsen í samráð við liðskipararnir gjørdi av at blása dystin av. Leikararnir bardust fyri at halda seg á beinunum á hála vøllinum, meðan nógvur vindur og kavarok eisini herjaði teir. Júst tað sama hendi í Fuglafirði, har ÍF og HB eisini bara náddu at spæla góðar 10 minuttir.

Dysturin millum Fram og KÍ skuldi eftir ætlan spælast í Gundadali kl.17.15, men vónleysu veðurlíkindini hava eisini sett eina forðing fyri tí dystinum.

 

Portalurin fylgir málinum, og boðar frá, tá ið nýggj dagfesting er funnin til útsettu dystirnar.

 

Úrslitini í dag vóru annars hesi:

 

EB/Streymur - NSÍ 1-0

B71 - B68 1-1 (2-1 eftir longda leiktíð)

VB/Sumba - AB 1-1 (1-2 eftir longda leiktíð)

07 Vestur - Víkingur 1-1 (5-3 eftir brotssparkskapping)

TB - MB 1-1 (6-1 eftir longda leiktíð)