Tónleikurin var framúr góður, men ljóðið var til tíðir einki serligt Um tað er eitt ting í verðini, ið er rættiliga keðiligt, so er tað tá framúr góður tónleikur verður oyðilagdur av vánaligum ljóði. Og tað er júst tað, ið hendi tá Bet you are William framførdi.
Um framførsluna sjálva er at siga, at tá bert ljóðførini vóru at hoyra, ljóðaði tað sum oftast sera feitt, men tá Petur Háberg sang, funnu ljóðmennirnir ikki útav at stilla teir røttu knøttarnar rætt. Hann hoyrdist generelt illa, og varð eisini nógv forstýraður av ymiskum óljóðum, ið vóru gjøgnumgangandi gjøgnum alla konsertina.
Serliga var tað í fyrsta sanginum, ið var sangurin ?So long?, at Petur Háberg var ringur at hoyra. Sangurin varð mestsum duldur aftanfyri ljóðførini, og tað er sera harmiligt tá hetta kemur fyri, og kanska serliga tá fyrsti sangurin er ein av teimum veruliga góðu.
Sjálvandi er ein live konsert ongantíð tað sama sum ein upptøka, men tað vóru óneyðuga nógv óljóð til hesa konsertina.
Sjálva framførslan av Bet you are William var framúr góð, og har er einki ringt at bera teimum. Teir spældu og sungu sera væl, og teir rokkaðu við stíli. Petur Háberg vísti enn einaferð at hann hevur stíl og dugir at undirhalda fyri allar pengarnar.
Tó fái eg ikki latið vera við at hugsa um, hvussu harmiligt tað er, tá ein góð konsert verður forstýrað av at ljóðmennirnir ikki hava stýr uppá tingini.