Misnøgd við mítt arbeiði

Tá eitt uppskot sum hetta kemur, so er tað tí, at teir ikki eru nøgdir við tað arbeiði, sum eg havi gjørt. Og um privata loysnin verður vraka av løgtinginum, so havi eg ein trupulleika, sigur Kári P. Højgaard

Rólant Waag Dam

- Eg skilji teir ikki. Tað sigur landsstýrismaðurin í innlendismálum, nú tveir av tungvektarunum í samgonguni koma við einum alternativi til privatu tunnilsloysnina, sum hann annars hevur arbeitt so hart fyri.
Kári P. Højgaard fæst ikki til at siga, at uppskotið hjá Bjarna Djurholm og Bárði Nielsen kann skiljast sum eitt beinleiðis misálit mótvegis hansara privatu loysn – ella honum sum landsstýrismanni – men hann viðgongur tó, at hetta sum nú hendir ørkymlar hann.
- Tí tá eitt uppskot sum hetta kemur, so er tað tí, at hildið verður, at tað arbeiði, sum landsstýrismaðurin, ið hevur ført samráðingarnar, ikki er nóg gott, sigur Kári P. Højgaard. Og hann sigur sjálvur síðani, at verður hansara loysn vraka av løgtinginum, so hevur hann ein trupulleika.
Hvat kemur tað at merkja fyri teg sum landsstýrismann?
- Eg haldi ikki, at tann spurningurin kann svarast, fyrr enn løgtingið hevur tikið støðu í málinum, sigur Kári P. Højgaard.

Aftur til byrjanina
Fyrstu ábendingarnar um hvørja støðu løgtingið hevur koma í morgin, tá lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard um privata Eysturoyartunnilin kemur til viðgerðar í løgtinginum.
- Málið hevur verið aktuelt í átta ár, men nú vit hóma tunnilsmunnan, dagin fyri tunnilsaftan, so ynskja nøkur at venda aftur til byrjanina, sigur Kári P. Højgaard og undrast. Fyri hann er málið tó rímiliga greitt.
- Hetta snýr seg um vit skulu hava ein tunnil ella ikki. Og verður hann ikki privatur, so verður eingin tunnil, er landsstýrismaðurin við innlendismálum sannførdur um.

rolant@sosialurin.fo