18. november varð Miss Føroyar kosin á stóra tiltakinum Burn Showdown. Hetta er fyrsta kappingin av slíkum slagi í Føroyum, har føroyskar kvinnur kappast um heitið Miss Føroyar. Vinnarin gjørdist Miss Sandoy, sum er 18 ára gamla Benita Winter Jensen av Sandi, sum nú skal umboða Føroyar í altjóða kappingini Miss Universe, sum verður hildin í Kina næsta ár.
Benita Winter Jensen greiðir frá, at hon frætti um vakurleikakappingina á Facebook, tí fleiri av vinum hennara taggaðu hana í lýsingini av kappingini. Hon var í iva, um hon var tann rætta til eina slíka kapping, og hon valdi at lata mongu áheitanirnar fara framvið. Hetta inntil Turið Elinborgardóttir, samskipari, sum sjálv vann heitið Miss Earth Denmark í 2015, setti seg í samband við Benitu og spurdi, um hon vildi vera við í kappingini.
Tá Benita varð spurd, hvør hetja hennara er, svaraði hon, at tað er pápi hennara Herálvur Andrewson Jensen.
—Tá eg var eitt ár, misti eg mammu mína, og eg kom ongantíð at kenna hana. Pápi mín misti konu sína, og tað tók hart uppá hann. Hóast hann hevur upplivað mótgang í lívinum, so hevur hann altíð verið har fyri meg, og hjálpt mær gjøgnum alt. Hann er tann mest postivi persónurin, sum eg kenni. Hann fyrigevur skjótt, og hann sær tað besta í fólki. Hann ger lívið betri, sigur hon, tá hon verður spurd, hví pápin er hetja hennara.
Hon greiðir frá, at tá hon fór av pallinum, eftir av hava svarað hesum spurninginum, stóð pápi hennara í gongini.
—Hann varð kløkkur, tá hann hoyrdi svarið hjá mær. Hann var tíðiliga rørdur og hevði tár í eygunum. Hann hevur tó uppiborið, at øll hoydu tað, tí hann er eitt fantastiskt menniskja, sigur Benita Winter Jensen.
Les alla samrøðuna við Benitu Winter Jensen í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðunum