Vit fingu orðið á Levi Nybo, málverja hjá H71, eftir dystin. Hann helt, at H71 misti møguleikan fyri stigi í endanum.
- Teir føra at kalla allan dystin, men í fleiri umførum megna vit at koma uppá javnleik. Men júst sum í dystinum ímóti Neistanum síðsta vikuskiftið, so missa vit alt á gólvið til síðst. Eg haldi, at verjan stendur væl stóran part av dystinum, men síðstu 10 minuttirnar megna vit ikki at steðga Sámal, og hetta kostar okkum møguleikan fyri stigi í dag. Eg vil tó leggja afturat, at vit hava eitt ungt lið, og VÍF vinnur heilt sikkurt uppá rutinuna í dag, sigur Levi at enda.