Ferðavinna
Vágar:Ferðavinnan í Vágum fær ikki kappast við vinnu aðrastðani í landinum, tí eingin veit, hvat tað fer at kosta at koyra undir Vestmannasundi. Tí ber ikki t l at geva tilboð upp á eitt nú busskoyring, sigur busseigari í Vágum.
Niels Olgar Joensen, sum rekur fyritøkuna Á Giljanesi, ið bæði hevur koyring og gisting í faldaranum, sigur, at hann hevur mist avtalur um koyring við ferðafólki komandi summar, tí eingin veit, hvat tað fer at kosta at koyra gjøgnum undirsjóvartunnilin.
Niels Olgar Joensen sigur, at hann hevði uppskot um túrar í samband við vitjan hjá ferðamannaskipunum, sum plaga at koma til Havnar um summarið. Ætlan hansara var at fáa fólk vestur í Vágar, nú fast samband verður.
?Hevði eitt slíkt tilboð ligið, eri eg ivaleysur í, at fleiri høvdu tikið av tí, sigur Niels Olgar Joensen. Men nú hevur incoming felagið, Hoyviking Tours, sum skipar fyri túrunum, boðað frá, at tey ikki kunnu bíða longur og sagt, at tað verða eingir busstúrar vestur í Vágar næsta summar. Í hvussu er ikki við ferðafólki frá teimum skipunum, sum Hoyviking Tours varðar av.
Talan er um eini 25 skip ella so, sigur Niels Olgar Joensen og vísir á, at tað kundi givið væl av inntøku, um ein - fyri ikki at tala um tveir - bussar frá hvørjum skipi koyrdu vestur í Vágar.
Hann sigur, at hann alt heyst hevur roynt at fáa prísin at vita, men tað ber ikki til.
Heldur ikki í skrivandi stund er prísurin avgjørdur, sigur Dávur Reinert Hansen, stjóri í p/f Vágatunlinum.
Niels Olgar Joensen sigur, at tað hava staðist trupuleikar av hesi óvissuni alt heyst. Tað eru fleiri, sum hava spurt seg fyri um ferðatilboð, men kunnu einki nágreiniligt fáa at vita. Og allir prísir, sum standa í ferðafaldarum og tilboðum annars, eru við fyrivarni.
Tað ger so aftur tað, at fólk beinanveg halda seg aftur, tí eingin vil rímiligt risikera at fáa eina eykarokning, eftir at ferðin annars er goldin.