Missa koyrikortið fyri at koyra ørt í Norðoyatunlinum

Í nátt var løgreglan á varðhaldi í Norðoyatunlinum

Í nátt varð løgreglan á ferð við lasaranum, og hesa ferð vóru tey farin í Norðoyatunnilin at máta, hvussu skjótt bilarnir koyrdu har.

Og tað endaði við, at tveir bilførarar mistu koyrikortið fyri at koyra alt ov skjótt.

Annar misti koyrikortið treytað fyri at koya 115 kilometrar ígjøgnum tunnilin. Tað merkir, at má upp til nýggja koyriroynd, áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missur hann tað.

Hin bilførarin koyrdi heilar 137 kilometrar um tíman og hann misti koyrikortið á staðnum.

Hann hevði sostatt tvinnar møguleikar. Antin lat hann løgregluni koyrikortið beinanvegin, men so mátti hann lata bilin standa og finna sær annan fart til húsar. Hin møguleikin er at bíða til málið hevur verið fyri í rættinum.

Lat hann løgregluni koyrikortið á staðnum, gongur tað skjótari til hann fær tað aftur, men bíðar hann eftir dóminum, kann hann koyra eina tíð afturat, til dómurin er fallin, men so gongur longri tíð, til hann fær tað aftur.

Vaktleiðarin visti ikki í morgun, hvørja avgerð bilførarin tók í hesum føri.