Misskiljing kostaði Esmari bronsuna

Klokkan ringdi fyri seinasta umfari, men tað var ikki fyri Esmari, og tí bleiv tað bert til eitt 6. pláss hjá honum.
Næsta umfar av Grand Prix súkklukappingini bleiv koyrt á Eystanstevnu í Runavík í vikuskiftinum. Vaksin og børn kappaðust, tó luttók eingin genta hesaferð

Súkkling

Orsøkin til misskiljingina hjá Esmari Joensen var, at klokkan ringdi fyri vinnaranum, Gunnari Dahl-Olsen, sum tá var í hølunum hjá bólkinum sum Esmar Joensen var í.
Súkklararnir kappaðust í Grand Prix-kappingini leygardagin í býarkoyring. Í býarkoyring veður kappsúkkla runt eitt avmarkað øki, vanliga í 45 minuttir pluss eitt umfar, men hesa ferð bleiv koyrt í 30 minuttir pluss eitt umfar. Koyrt varð á keiøkinum við timburhandilin í Runavík. Børnini súkklaðu sama somu leið, tey ynsktu súkklaðu leiðina tríggjar ferðir, meðan dreingir 12 til 14 ár súkklaðu leiðina fýra ferðir.
Tá helvtin av tíðini var farin í kappingini hjá vaksnu monnunum, stakk favuritturin Gunnar Dahl-Olsen av og fekk beinanvegin lagt avstand millum seg og restina av súkklarunum. Eli royndi at koyra hann inn aftur, men fekk ikki hjálp frá nøkrum og tí var sigurin hjá Gunnari tryggjaður longu tá.
Eli fekk sum sagt onga "hjálp", men fekk eisini lagt avstand millum seg og súkklufeltið aftanfyri seg, hann vann eitt sera trygt silvurheiðursmerki, Eli hevur nú 68 stig samanlagt. Eftir misskiljingina hjá Esmari Joensen stakk Sverri Mohr Edvinsson avstað við bronsuni.
Eli Christiansen stendur seg væl innan súkkling og er hann avgjørt tann sterkasti av unglingunum í Føroyum.

Spennandi hjá teimum yngru
Enn eitt súkklutalent aftrat er komið undan kavi. Tað er 14 ára gamli klaksvíkingurin, Hans Krosstein, ið aftur hesa ferð fór við sigrinum. Hann er sterkur og er eisini ein góður sprintari. Hann fekk góða kapping frá Bergur Johansen av Argjum, men sigurin hjá Hans var tó tryggur. Hann vann við umleið einum hálvum minutti.
Hjá teimum yngstu fór Rani G. Jacobsen við sigrinum. Hann fekk tó harða kapping frá Niels Christiansen, ið leingi lá á odda. Men á seinast umfari fór Rani framum og koyrdi nær um allan umgangin einsimallur. Hann vann ein tryggan sigur.
Verri gekk hjá Niels Christiansen. Hann lá sum sagt væl fyri, men í seinasta svinginum var hann óheppin og gleið, tí fekk hann bert eitt sjenda pláss í kappingini.
Nummar tvey gjørdist vinnarin frá Norðoyastevnu, Reidar Luid. Nummar trý bleiv Finnur Mellemgaard.
Vinnararnir fingu heiðursmerkir og allir luttakarar og hjálparfólk fingu sodavatn frá Føroya Bjór, ið er ein góður stuðul hjá Tórshavnar Súkklufelag.
Úrslit frá Grand Prix súkklingini á Eystanstevnu:

Menn:
Nr. NavnStig
1Gunnar Dahl-Olsen 40
2Eli Christiansen 34
3Sverri M. Edvinsson 30
4Beinir Rasmussen26
5Kári Simonsen 23
6Esmar Joensen 20
7Jens Sigurð Simonsen 18
8Christian Guttesen Givin

Unglingar:
1 Dánjal Michealsen 40

Dreingir, 12 til 14 ár:
1Hans Krosstein 40
2Bergur Johansen34
3Rúni Bláfoss30
4Torkil Weyhe 26

Dreingir, 9 til 11 ár:
1Rani G. Jacobsen 40
2Reidar Luid 34
3Finnur Mellemgaard30
4Atli Carlsson 26
5Magnus Sørensen23
6Kaj Johannesen20
7Niels Christiansen 18