Edmund Joensen
Hvussu ber tað til at Føroyar sum einasta land í okkara parti av heiminum ikki skipar fyri einari seriøsari viðgerð av okkara politisku handilsmálum? Tað tykist verað "tabu" at tosa um, hvussu Føroyar kunnu fáa atgongd til Evropa javnbjóðis við hini oyggjalondini, sum eins og Føroyar, eru atlond hjá størri londum í Evropa.
Er tað veruliga so galið, at aftur her er veruliga orsøkin ein misskilt nationalisma, sum ikki hevur tað so gott við at Føroyar ígjøgnum Danmarkar ríki fáa sersømdir og nærkast Evropa? Sersømdir, sum bert eru ein nátúrligur rættur føroyinga, og sum eru alneyðugt grundarlag hjá Føroyska samfelagnum, skal tað klára seg í alsamt vaksandi kappingini í okkara parti av heiminum.
Læt meg nevna Álandsoyggjarnar við 26.000 íbúgvum, Isle of Man við 75.000 íbúgvum og Ermasundsoyggjar. Øll hesi oyggjasamfeløg hava serligar avtalur sum eru skraddarseymaðar til teirra. Hesi oyggjalond eru atlond hjá ávíkavist Finnlandi og Bretlandi.
Hvussu ber tað til at Føroyar sum einasta land í okkara parti av heiminum kann lena seg upp afturá og látast sum heimsrákið ikki kemur okkum við? Og hvussu kunnu vit lata vera við at lata upp fyri nýggju møguleikunum til okkara egnu borgarar?
Tað tykist mær ósømiligt og naivt at halda at okkara annars dugnaliga fólk skal megna at menna vinnulívið til at bera allan føroyska búskapin uttan at skoytt verður til tær ólíka kappingar- og handilsreglur sum valda millum Føroyar og Evropa á allar flestu økjum.
Ìstaðin fyri at síggja Evropa sum tann stóra møguleikan og leggja tilrættis hareftir,
so snýr føroyskur politikkur seg um at halda eina avbyrgingarkós móti Evropa. Ein politikkur sum sjálvandi er dømdur til at miseydnast, og sum er til óbótaligan skaða fyri føroyingin.
Tað besta sum kann sigast um handilsavtaluna sum Føroyar hava við Evropa, tað er hvussu effektivt hon forðar framburi og nýhugsan. Hetta merkist á øllum økjum í vinnuni. Arbeiðsplássini fækkast javnt og samt, og Føroyar gerast alt meira eftirbátur.
Hvat bagir
Hvat er tað sum bagir? Hví eru vit í Føroyum so nógv øðrvísi enn hinar 470 milliónir íbúgvarnir í Evropa? Er tað veruliga so galið, at politiska "prestisjutapið" við at gera brúk av sømdunum, sum vit hava rætt til sum partur av Danmarkar ríkið, ger at vælferðin hjá øllum føroyingum verður sett uppá spæl?
Mær sjálvum tykir tað verað ein politiskt sjálvfylgja, at vit stremba eftir at fáa Føroyum tær sømdir, sum vit eiga fullan rætt til sambært stjórnarstøðu okkara.
Eg eri álvarsliga bangin fyri at loysingarflokkarnir eru so negativir, at teir heldur ongar sømdir vilja hava til frama fyri Føroyar og føroyingar, enn at vinna okkum rættbundnar sømdir sum partur at ríkinum, sømdir sum eru høvuðsgrundarlagið undi framburði og menning av føroyska samfelagnum.
Misskilt nationalisma og undirlutakensla føra neyvan nakað gott við sær til føroyska samfelagið.