Eirikur Lindenskov
Tað er ein einastandi støða, at fíggjarmálaráðharri Føroya er óvitandi um, hvussu ein triðingur av inntøkunum á fíggjarlógini skulu fáa til vega.
Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi fíggjarmálráðharri í viðmerking til tað, sum sjónvarpið upplýsti í degi og viku týskvøldið.
Tað er púra burtur við, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ikki skal kenna til samráðingar, sum fara fram á embætismannastigi, heldur Jóannes Eidesgaard.
Hann vísir á ein fyrispurningi, hann setti Anfinni Kallsberg herfyri í tinginum júst viðvíkjandi samráðingunum, sum skulu fara fram millum Føroyar og Danmark í heyst.
Tá svaraði Anfinn Kallsberg greitt, at hann mælti frá at fara til samráðingar yvirhøvur, um ikki landsstýrið kundi fara avstað sum ein maður - púra samdir.
Hann fór enntá so langt sum at siga, at best var um alt løgtingið hevði eina felagsstøðu, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hetta er sjálvandi ein ynskidreymur hjá einum fíggjarmálaráðharr, sum vit allir kunnu nikka játtandi til - men tað fer helst ikki at bera til.
Men at Anfinn Kallsberg nú ikki skal vita, hvørjar samráðingar um blokstuðulsskipanina fara fram, tað er langt út, og bendir ikki á, at stevið í samgonguni er serliga gott.
Jóannes Eidesgaard heldur, at trúvirði hjá Fólkaflokkinum og Anfinni Kallsberg er fokið, um hetta er veruleikin.
Hetta bendir á, at teir gera alt fyri at vera sitandi í Tinganesi, kosta hvat tað kosta vil. Tað vísir seg støðugt, at markið fyri toleransu verður tambað