Misti fartelefon við 250 riffum

Gittarspælarin í Metallica var óheppin at missa sína telefon burtur

Kirk Hammet, sum er gittarspælari í amerikanska rockbólkinum Metallica, hevur dummað seg.

Tá ið hann ger nýggj gittarriff til Metallica, upptekur hann tey á sína iPhone, og fyri hálvum ári síðani misti hann sína telefon burtur.

- Eg hevði ikki tikið back-up, so eg misti øll riffini. Eg var sera keddur, tá ið tað hendi, sigur Kirk Hammett við The Jasta Show.

Hammett leitar framvegis eftir telefonini og hevur ikki mist vónina um, at telefonin kemur afturíaftur.

Hann sigur seg minnast eini átta av teimum 250 riffunum, hann hevði gjørt.