Misti svøvnin av Bellamy Brothers

Countrytónleikur er nakað heilt serligt hjá Allani Samuelsen

Allan Samuelsen hevur ein brennandi áhuga fyri countrytónleiki, og tað hevur gjøgnum árini sæst aftur í, at hann hevur verið við til at skipa fyri konsertum, festivalum og nú ger sending við countrytónleiki á útvarpsstøðini FM1.

– Eg minnist ikki, nær eg fekk áhuga fyri countrytónleik, tí hann hevur altíð verið har. Pápi mín átti onkrar countryplátur, og eg minnist serliga eina trídupulta plátu við stórari mynd av spælistaðnum Grand Ole Opry. Á hesum plátum var allur tann stóri countrytónleikurin. Fyrsti sangur, sum eg veruliga minnist at lurta eftir, var »Detroit City« hjá Bobby Bare, sigur Allan Samuelsen við Sosialin um vikuskiftið.

Hann greiðir eisini frá, hvussu hann av fyrstan tíð hoyrdi Bellamy Brothers og var púra bergtikin.

– Tíðliga í 1980’unum skuldi eg til úttøkuvenjing til okkurt ungdómslandslið í hondbólti. Eg og ein vinmaður gistu privat á Strondum, men eg svav einki hesa náttina, tí í stovuni, har vit skuldu sova, var ein lp pláta við Bellamy Brothers, og eg lá alla náttina og lurtaði eftir hesari plátu. Har byrjaði mín áhugi og samband við Bellamy Brothers, sigur Allan Samuelsen við Sosialin.

Hann hevur síðani fleiri ferðir skipað fyri ferðum hjá Bellamy Brothers í Føroyum og er komin at kenna brøðurnar og teirra hjálparfólk.

Samrøðan við Allan Samuelsen kann lesast í fullum líki í Vikuskiftis-Sosialinum.