Tað vakti ans í fjør, tá Cadbury boðaði frá, at fyritøkan hevði broytt uppskriftina á teirra væl dámdu kremeggum, Cadbury Creme Eggs.
Les eisini: Uppskriftin er broytt
Tað var amerikanska fyritøkan Mondelez, ið eigur Cadbury, ið boðaði frá broytingini, ið innibar at bíligari sjokoláta varð brúkt í eggunum.
Í kjalarvørrinum av broytingini hóttu fleiri kundar, at tey fóru at boykotta kremeggini, ið tey ikki hildu vera eins góð og undanfarnu ár.
Sambært bretska blaðnum the Telegraph, so er nógv, ið bendir á, at hóttanirnar skuldu takast í álvara. Ein kanning gjørd av greinarafyritøkuni IRI vísir, at Cadbury misti góðar 60 milliónir krónur í inntøkum frá søluni av kremeggum í fjør.
Harumframt misti fyritøkan 40 milliónir krónur í inntøkum frá aðrari sølu á páskum. Fyritøkan eigur tó enn størsta marknaðarpartin av páskasøluni í Bretland. Hóast eina afturgongd á 100 milliónir krónur, so minkaði marknaðarparturin einans úr 42 prosentum til 40 prosent.

Mistu milliónir aftaná broyting





