Mistu Portugal av krókinum í síðstu løtu

U-21 helt tørn um javnleik ímóti Portugal, inntil tað restaðu færri enn fýra minuttir í kuldanum í Klaksvík

Síðsta bríksl hevur verið í U-21 EM undankappingardystinum í Klaksvík, har Portugal var gestur.

 

Máltalvan vísir 1-3. Tað eigur ikki at vera so galið úrslit, tá ið havt verður í huga, at Portugal eigur besta liðið í bólkinum, og at Portugal telist millum stóru fótbóltstjóðirnar í Europa.

 

Men samstundis er tað ikki so undarligt, at talan er um stórt vónbrot í føroysku leguni. Tí inntil tað restaðu færri enn fýra minuttir av vanligu leiktíðini var støðan 1-1.

 

Olaf Bárðarson legði eftir tríggjar minuttir Føroyar á odda, tá ið hann við horna úr vinstru sendi bóltin dygst undir tvørtræið og í handara síðunetið.

 

Sjey minuttir undan steðginum javnaði Portugal.  Málskjútti var Fábio Silva.

 

Portugisarnir sóu ikki út til at trívast naka serligt í høgættini og freku kavaælingunum, sum bóru við sær, at tað var hvítt langt oman, og at vøllurin var rættiliga vátur.

 

Portugal var tó væl meiri á bóltinum enn heimaliðið, og portugisarnir vóru nógv í og kring føroyska brotsteigin. Men føroyska liðið varðveitti góða skipanina, og spælararnir vístu góðan hugburð og løgdu nógv fyri í nærdystunum.

 

Talan var alla tíðina um føroyskt liðavrik, og onkrir av spælarunum gjørdu góða reklamu fyri sær sjálvum. Tí er ikki óhugsandi, at onkrir teirra fara at fáa boð um at koma uttanlands at spæla.

 

Og so var tað tríggjar minuttir undan leikloki, at hornaspark bar 2-1 mál við sær. Eftir horna úr høgru varð bólturin beindur til horna í vinstru. Tá varð bólturin lagdur til handara stólpa, har Gabroel Brás ikki var nóg væl ansaður og stýrdi bóltin í netið.

 

Tað var øgiliga stórt vónbrot, og lítla løtu seinni var 3-1, tá ið Paulo Bernardo slapp at venda sær í føroyska brotsteiginum og at seta bóltin í málið.

 

Týsdagin klokkan 17 verður síðsti dysturin hjá hesum U-21 landsliðnum. Tá verður Hvítarussland mótstøðuliðið á Tórsvølli.

 

##med2##

 

Føroyar – Portugal 1-3 (1-1)

 

U-21 EM undankappingardystur í Klaksvík

 

1-0: Olaf Bárðarson 3.

 

1-1: Fábio Silva 38.

 

1-2: Gabroel Brás 87.

 

1-3: Paulo Bernardo 89.

 

Dómarakvartett úr Makedonia: Jovan Kachevski, Slagjan Markoski, Branko Putilin og Ivana Projkovska (4. dómari)

 

Føroyar: Ari í Haraldstovu Petersen – Ási P. Dam (Bergur J. Poulsen, 83.), Gullbrandur Øregaard, Børge Petersen, Elias Rusborg, Martin Agnarsson – Heini Sørensen (Beinir Nolsøe, 44.), Aron Jarnskor Ellingsgaard (Emil Weihe Joensen, 83.), Noah Mnenéy, Olaf  Bárðarson (Leivur F. Guttesen, 75.) – Jørgen Nielsen (Ejvind R. Mouritsen, 75.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jóannes Eyðfinsson Davidsen, Jákup N. Vilhelmsen, Gutti Dahl-Olsen, Jens Erik Bruhn

 

Gult kort: Gullbrandur Øregaard, Martin Agnarsson

 

Venjari: Eyðun Klakstein

 

Hjálparvenjari: Atli Gregersen