Misvísandi tíðindaflutningur í Kringvarpinum um FarGen

Bogi Eliasen, verkætlanarleiðari, FarGen
----

Í tíðindasendingini kl 18 hós­dagin 30 januar 2014 vóru tvær samrøður viðvíkjandi FarGen. Lurtarin bleiv sett­ur eftir við tí fatan, at FarGen var kolldømt av bæði donsku og føroysku vís­indasiðsemisnevndunum og at verkætlan ikki lýkur føroyskar lógarkarmar. Hetta er ikki rætt og undirritaði hevur gjørt vart við hetta í Kringvarpinum
Danska nationala vís­inda­sið­semis­nevndin (DNVK) segði, at fyrsta uppskotið var bæði ein biobanki og gransk­ingarverkætlan, og mælt var til at býta verkætlanina sundur.

FarGen fylgdi til­mælinum frá donsku nevndini
FarGen hevur fylgt til­mæl­inum frá donsku sið­semisnevndini, og avgerð var tikin um at byggja FarGen upp í tveimum lut­um. Talan er um at byggja upp ein “biobank udenfor forsk­ningsprojekt”, sum skal liggja í Vevnaðarskránni hjá Ílegusavninum. Hitt var at gera eitt føroysk re­fe­rencu­genom, ein um­sókn, sum er send til Vís­inda­sið­semisnevndina, men ikki er viðgjørd.
Sambært svarinum frá, hevur tað verið uttan fyri heimildarøkið hjá Vís­indasiðsemisnevndum at við­gera uppbygging av “Biobank udenfor forsk­ningsprojekt”.
Danskt notat um “biobank uden forskningsprojekt”
Hvørt uppbygging av skrá uttan gransking skal viðgerast av Vísindasiðsemisnevndum hevur verið eitt ivamál í donsku skipanini, og í notati frá 13. Juni 2005 frá Indenrigs- og Sundhedsministeriet – og sum danska nationala vísindasiðsemisnevndin vísur til á síni heimasíðu og sendi okkum í samband við viðgerðina av FarGen um­sóknini, stendur:
Biobanker etableret med henblik på en eventuel frem­tidig forskning – biobanker uden for forskningsprojekt – kan ikke godkendes af komitésystemet, da der savn­es hjemmel hertil, lige­som der heller ikke er behov for sådan hjemmel, da det indsamlede biologiske mater­iale ikke er gjort til gen­stand for forskning. Så­danne bio­banker med forskningsformål skal udelukkende an­mel­des til Data­tilsynet. (http://www.dnvk.dk/forskere/vejledning%20modul/kapitel%202_0/kapitel%202_6/~/media/Files/cvk/loveogregler/Brevfortolkning.ashx.
Føroyska Ílegulógin ger, at í Føroyum skulu all­ar verkætlanir, sum eru tengdar at ættartræi, gerast í samstarvi við Ílegusavnið. Eisini skal ein sáttmáli skal skrivast við Ílegusavnið. Júst hettar tryggjar, at allar verkætlanir lúka gald­andi lógarverk, tað skal Ílegu­savnið tryggja - og hetta er eisini galdandi fyri FarGen.
Tað bleiv greitt frá i sam­røðuni við Finn Koba, at FarGen tekur støði í Ílegu­lógini, og sjálvsagt at virða lógina – og at menningin av FarGen hevur verið við støði í tí politisku visjón, sum var við Ílegulógini. Hetta bleiv tíanverri klipt burtur.