Tað koma alt fleiri modell frá Mitsubishi á evropeiska marknaðin. Seinasta nýggja er Lanser Sedan, sum er ein sportlig útgáva við nógvari eykaútgerð og 3 ára garanti uttan kilometuravmarking.
Mitsubishi kundu fyri tann skuld nevnt bilin Sport Sedan, tí hann er gjørdur við framkomna rallybilinum Lancer EVO IX sum fyrimynd. Tað sæst eisini aftur í koyrieginleikunum og útgerðini annars. Spoilarin aftan setur eisini sín sportliga dám á bilin. Motorurin er ein 2,0 litur við 135 hk og beinleiðis bensininnspræning.
Lancer Sedan 2.0 er væl útgjørdur við t.d. ABS bremsum við EBD og skivubremsum á øllum fýra hjólunum, 16" alufelgum, heilautomatiskum klimaanleggi, el-síðurútum framman og aftan, fjarstýrdum sentrallási, airbag framman, í síðunum og gardinairbag, 3-punkts trygdarbeltum við øll sitiplássini, el-síðuspegl við hita, elektroniska startsperru og MOMO-leðurratt, crom-pedalir og leðurgirknøtt, RDS-radio við fløguspælara, hita í setrunum. Førarasetrið kann stillast í hædd, so lætt er at finna sær eina góða koyristøðu.
Lancer Sedan er ein elegantur og rúmligur sedan við góðum, tryggum og sportligum koyrieginleikum. Talan er um ein bil sum avgjørt er kappingarførur í prísi og dygd.
Umframt hesa 2.0 útgávuna fæst Lancer Sedan eisini í eini útgávu við 1,6 litur motori sum kostar frá 188,000,-. Bilurin kann síggjast og roynast á bilasøluni Ivan Johansen Bilar við Hoyvíksvegin.
Mitsubishi Lancer Sedan 2.0
Motorurin 2,0 litur 4 syl. 16V og 135 hk
0-100 km/t 10,0 sek
Bensinnýtsla 11,6 km/l
Dekkstødd 195/50-16
Stødd og vekt:
Longd 448,5 cm
Breidd 169,5 cm
Hædd 148,0 cm
Eginvekt 1250 kg
Viðførisrúm 430 litrar
Prísur frá kr. 205.000,-
Søluumboð Ivan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo