MíttLand vænta góða undirtøku

Fyrireikararnar aftanfyri MíttLand vænta góða undirtøku í ár, tí longu nú, ein mánað frammanundan, er talið av seldum atgongumerkjum fýrafaldað.

Fyrireikararnar aftanfyri MíttLand vænta góða undirtøku í ár, tí longu nú, ein mánað frammanundan, er talið av seldum atgongumerkjum fýrafaldað. Tað sigur Hans Fróði Hansen, ein av fyrireikarunum aftanfyri MíttLand.

MíttLand verður á Amager Strand 5 og 6 septembur, og hetta er aðru fer at stig verður tikið til festivalin.

Av tí at sølan av atgongumerkjum er fýrafaldað í ár, um ein samanber við sama mundi í fjør, vænta fyrireikararnar góða undirtøku.

- Tað virkar eisini sum at tað er komi nógv meira runt í ár at festivalurin er til, og nógv fleiri síggja út til at hava fingið tað við í ár, sigur Hans Fróði Hansen.

Eingin av fyrireikarunum aftanfyri MíttLand hava verið við til at skipa fyri einum tílíkum festivali áður, hóast tað eru nógvir ið eru kendir innan tónleikaheimin.

Tað sum serliga er nýtt í ár er, at festivalurin verður í tveir dagar, ístaðin fyri ein. Nógv fleiri nøvn verða á skránni, og millum tey kendastu nøvnini eru millum annað Týr, Dreams, Annika Hoydal, Halleluja Sofus, og mong onnur.

Umframt at festivalurin verður í tveir dagar, er nógv annað nýtt á skránni.

- Í ár hava vit gjørt tað soleiðis at tað verða borð og sitipláss til 2000 fólk, og tað verður eisini nógv størri úrval av mati og drykkjuvørum, sigur Hans Fróði Hansen.

Sjálvt økið, har festivalurin verður er sera stórt, og mett verður at har er pláss fyri 8000 fólkum. Tó ætla fyrireikararnar at gera økið meira konsentrera, so at tað verður hugnaligt, hóast tað er stórt.

- Umframt tónleikaframførslurnar verður tað gjørt nógv burturúr felagssanginum í ár, so tað verður mest sum ein føroysk tónleika fólkafest, sigur Hans Fróði Hansen.