Mjølnir er føroyameistari

Kvinnurnar hjá Mjølnir tryggjaðu sær leygardagin føroyameistaraheitið í kvinnuflogbólti, tá ið tær vunnu ein tryggan 3-0 sigur á ÍF í Klaksvík.

Flogbóltur

Flogbóltskappingarárið er komið at enda, og staðfestast kann, at tað er Mjølnir, sum eigur besta kvinnuliðið í landinum. Spenningurin í meistaradeildini hjá kvinnum helt sær til seinasta umfar, tí Mjølnir og TB lógu ájavnt í stigum, men Mjølnir hevði betur settmun.

TB livdi í vónini
Bæði Mjølnir og TB høvdu á pappírinum lættar heimadystir í seinasta umfarinum. Mjølnir fekk vitjan av ÍF í Fuglafirði, meðan TB í Trongisvági hevði vitjan av botnliðnum SÍ.
Greitt var undan seinastu dystunum, at um Mjølnir vann sín dyst, var meistaraheitið verandi í Klaksvík, tí settmunurin hjá teimum var væl betur enn tann hjá TB.
Men TB livdi tó í vónini um, at fuglfjarðakvinnur kundu gera ein vørr og syrgja fyri einum
óvæntaðum úrsliti í Klaksvík, sum kundi hjálpt TB til meistaraheitið.
Hetta var tó lættari sagt enn gjørt, tí klaksvíkskvinnur vóru ógvuliga uppsettar upp á avgerandi dystin, og tær høvdu ongar ætlanir um at snáva ávegis móti gullinum.

Væntaðu úrslitini
Mjølnir gjørdi sína skyldu, og sigurin hjá teimum og harvið meistaraheitið var ongantíð í vanda. ÍF fekk als ikki hótt oddaliðið, sum vann ein greiðan 3-0 sigur.
Í fyrsta settinum fingu fuglfjarðakvinnur oyruni í Mjølnir-maskinuna, og tað settið vann Mjølnir sannførandi 25-14.
Tey bæði næstu settini endaðu ávíkavíst 25-21 og 25-19 til Mjølnir, sum harvið endurvann sær føroyameistaraheitið.
Tað hjálpti tí einki, at TB, sum livdi í vónini, vann sín dyst móti SÍ í Trongisvági. Heldur ikki í hesum dystinum var nakar ivi. Tað var bert í tí fyrsta settinum, sum TB vann 25-22, at eitt sindur av spenningi var í. Tey bæði næstu settini vann heimaliðið greitt 25-16 og 25-12, men tað var tó ikki nóg mikið til at røkka gullinum.

Gott ár hjá Mjølnir
Tað er einki at taka seg aftur í, at talan hevur verið um eitt framúr gott ár hjá kvinnunum hjá Mjølnir. Í februar mánað vunnu tær steypakappingina, tá ið tær í finaluni bastu júst TB. Leygardagin var greipan tryggjað, og tað er einki at ivast í, at klaksvíkskvinnur eru væl nøgdar við kappingarárið.
Hvussu gangast fer hjá Mjølnir komandi kappingarár, er tó ilt at meta um. Veteranurin yvir øllum veteranum, Marjun Kalsø, hevur boðað frá, at hon gevst, og tað er ein stórur missur fyri Mjølnir. Tað hevur eisini ljóðað, at ein annar av veteranunum hjá Mjølnir, Vera Larsen, somuleiðis ætlar sær at gevast, og um so er, er tað eisini ein dyggur smeitur fyri føroyameistararnar.
Hinvegin hevur Mjølnir nóg ungt og evnaríkt fólk, og eitt nú eru báðar døtrarnar hjá Marjun Kalsø longu nú partur av hópinum hjá meistaradeildarliðnum hjá klaksvíkingunum.
Sosialurin ynskir Mjølnir hjartaliga tillukku við meistaraheitinum.