Mjølnir halda trýstinum

Mikukvøldið varð ein framskundaður dystur leiktur í meistaradeildini hjá monnum.
Hesin var millum Fram og Mjølnir. Á stigatalvuni er munurin millum liðini bæði stórur, og dysturin mikukvøldið gjørdist sum so bara ein staðfesting av muninum.
Mjølnir hevði ongan sum helst trupulleika við at vinna ein tryggan 3-0 sigur, soleiðis at teir framhaldandi halda trýstinum á oddaliðnum, SÍ.