Mjørkin lætti ikki yvir vøllinum á Eiðinum mikukvøldið, heldur gjørdist hann tættari og myrkari, sum dysturin leið, og tóktist hetta hóska til leikgongdina, um ein sær hana úr sjónarhorninum hjá heimaliðnum.
EB/Streymur byrjaði eitt sindur betri í fyrru helvt av fyrra hálvleiki, men so kom FC Suðuroy meira við og javnt gekk á. Hetta gjørdist ein undirhaldandi dystur við nógvum møguleikum til báðar partar. Seint í fyrra hálvleiki var ein FC Suðuroy leikari nærum einsamallur við málmanninum hjá EB Streymi, men skotið kom beint í føvningin á málmanninum, og slíkan møguleika fær ein ikki fleiri ferðir í einum dysti.
Seinni hálvleikur var frá byrjan merktur av, at báðir partar ætlaðu sær mál, og spælið gjørdist eitt sindur harðari, eins og trýstið frá báðum pørtum.
Hetta økti um undirhaldsvirðið, og alla tíðina høvdu partarnir møguleika hvør hjá øðrum. Nokkso janvt gekk á.
Tað gjørdist tó Egil á Bø hjá EB Streymi, ið gjørdi álvara av, tá eitt lítið korter var farið av seinna hálvleiki. Hann stóð har hann skuldi og fekk sett bóltin í mál.
Báðir partar trýstu og fleiri mál kundu komið í hesum undirhaldandi dysti, men FC Suðuroy megnaði ikki at nýta sínar møguleikar, meðan EB Streymur hevði gagnnýtt ein møguleika g var á odda 1-0.
FC Suðuroy skiftu út, tá eini 20 minuttir vóru eftir og Obi Charles kom inn, men hetta gjørdi ikki stórvegis mun. EB Streymur fekk stigini við sær norður um fjørð, og botnliðið fór av mjørkaklædda heimavøllinum við enn einum tapi, og gongdin við fleiri tapum á rað helt fram í myrka mjørkanum mikukvøldið.