Mjørki og vindur kostaðu 14 milliónir

Atlantic Airways hevði metúrslit í fjør. 29 millióinr var úrslitið fyri skatt, men kortini vil leiðslan hyggja nærri at rakstrinum Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, sigur, at nevnd og stjórn eru nøgd um úrslitið.

- Hetta er besta úrslitið, sum vit hava havt, og tað eru vit sjálvandi fegi um. Hinvegin skerst ikki burtur, at ein partur av úrslitinum stavar frá fíggjarpostunum, sum netto góvu eina inntøku á umleið 9 milliónir. Hetta var serliga ávirkað av kurshækkan hjá Atlantic Petroleum, sigur hann.

Seinasta árið hevur verið alt meira at hoyrt um, hvussu vindur og mjørki hava órógvað føroyska flogfelagið. Og Magni Arge dylur ikki fyri, at hetta er ein trupulleiki, sum gevur leiðsluni nakað at hugsa um.

- Útreiðslurnar fyri slíka órógv vóru 14 mió kr. í fjør. Vit hildu annars, at talið var heilt ekstremt í 2006, tá talan var um 10 milliónir. Í 2005 rúgvaði tann posturin 7 mió kr.

- Og tí sigur tað seg sjálvt, at hetta er eitt mál, sum vit mugu taka heilt alvorliga. Og tað vísir, at málið um útbygging av flogvøllinum er heilt akutt. Vit hava fleiri ferðir víst á hetta, men enn er so einki hent. Vit hava ikki somikið sum fingið sett eyka ljós upp á vøllin.

- Og verður einki gjørt, so mugu vit hyggja at teimum møguleikum, sum vit hava. Og tá eru tvinnir kostir. Antin at minka tær útreiðslur, sum vit pádraga okkum við slíkum seinkingum. Ella at økja um inntøkuna við hægri ferðaseðlaprísum. Og talan er altso ikki um eina hóttan, sum vit føra fram her. Støðan ger, at tað er tvingandi neyðugt hjá okkum at taka hetta í álvara, sigur Magni Arge.