Mjällby er tann stóra sólskinssøgan í evropeiskum felagsliðsfótbólti. Teir hava ongantíð áður vunnið svenska meistaraheitið, men mánakvøldið staðfestu teir stóra fótbóltsundrið, har teir framdu ein "Leicester", so at siga.
Á útivølli á søguríka Gamla Ullevi leikvøllinum í Göteborg, í dysti móti søguríka liðnum IFK Göteborg skrivaði Mjällby stóra fótbóltssøgu við at vinna 2-0 á IFK Göteborg. Nógvir fjepparar hjá Mjällby vóru so ovurfegnir, at teir royndu at bróta girðingarnar fyri at sleppa inn á vøllin fyri at feira sigurin við sínum hetjum. Hetta hendi í seinna hálvleiki. Hetta førdi til ein longri steðg, men dysturin bleiv lukkutíð avgreiddur.
Jacob Bergström legði Mjällby á odda í 21. minutti, og sjey minuttir seinni økti Tom Pettersson til 2-0.
Fótbóltsliðið Mjällby hevur heimstað í Hällevik, ið er ein gamal fiskibýur. Í Hällevik búgva bara 1.485 fólk, men fólk sum stuðla Mjällby komu úr øllum nærøkinum. Tó samanborið við fólkatíttleikan í Stokkhólmi, Göteborg og Malmö er talan um eitt ógvuliga fólkafátækt økið, og tí er talan um eina veruliga evropeiska fótbóltssensasjón.
Mjällby er langt fremst í bestu svensku fótbóltsdeildini við 66 stigum fyri 27 dystir. Teir eru 11 stig frammanfyri Hammarby, ið kann røkka í mesta lagi 64 stigum. GAIS er nummar trý við 48 stigum, og liðið hjá Mikkjali K. Thomassen, AIK Stockholm er nummar fimm við 44 stigum.
Mjällby verður ikki styrkismett til fyrsta undanumfarið í Champions League. Tí kann KÍ møta Mjällby í fyrsta undanumfarinum í Champions League.