Mjøndalen vann sera týdningarmiklan sigur

Liðið hjá Meinhardi E. Olsen skoraði sigursmálið heilt móti dystarendanum

Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen vunnu í dag ein sera týdningarmiklan sigur í niðurflytingarstríðnum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Meinhard spældi allan dystin, tá Mjøndalen á útivølli vann 1-0 á Aalesund.

 

Sigursmálið skoraði sierraleonski áleyparin hjá Mjøndalen, Alie Conteh tríggjar minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. 

 

Mjøndalen er næstaftast í deildini við 25 stigum, men teir eru bert eitt mál frá triðaftasta plássinum, og bert eitt stig frá fjórðaftasta plássinum. 

 

So Mjøndalen hevur lagnuna í egnum hondum í teimum seinastu fimm dystunum í kappingini.

 

Komandi mikukvøld klokkan 18 spælir Mjøndalen á útivølli móti Vaalerenga. Vaalerenga er langt fremst í deildini við 56 stigum.

 

Gullbrandur Øregaard slapp ikki á vøllin í dag, tá Sandnes ULF á heimavølli tapti 0-4 (0-2) fyri Start Kristiansand á heimavølli.

 

Sandnes er langt aftast í deildini við bert 16 stigum. Teir hava níggju stig upp til Mjøndalen og Aalesund, so tað sær svart út hjá Sandnes.

 

Komandi mikukvøld klokkan 18 spælir Sandnes dyst á útivølli móti Raufoss.