- Tá eg eri heima á ólavsøku, plagi eg at fara ein túr til Havnar. Eg møtti manni mínum á ólavsøku fyri nógvum árum síðani, og tað var tann allar besta ólavsøkan.
Tað sigur Jóngerð Martinsdóttir Nielsen.
Hvat heldur tú er tað besta við ólavsøkuni?
- At møta vinum og kenningum og fáa eitt gott prát. Stuttligt er eisini at møta fólki, eg ikki havi sæð í longri tíð. Tað er helst tað besta við ólavsøkuni.
Fert tú til nøkur ávís tiltøk, ítrótt, framsýningar ella annað?
- Best man vera ikki at læsa seg fasta í nakað ávíst, men heldur at taka tað meiri, sum tað kemur og á tann hátt bara njóta løtuna. Kappróðurin er afturvendandi og altíð spennandi. Hondbólturin hevur verið og er eisini fastur táttur hjá mær á ólavsøku. Dysturin millum Kyndil og VÍF í høllini á Hálsi er gamal siður og er altíð spennandi, og nakað serligt er við hesum dystinum.
Jóngerð sigur, at seinastu árini hava tey eisini verið til onkra framsýning, og hevur hetta eisini verið sera áhugavert.
- Midnáttarsangurin er altíð sera hugnaligur.
Er ólavsøkan broytt - til tað betra ella verra?
- Um ólavsøkan sjálv er broytt, veit eg ikki, men eg eri broytt. Tá eg var yngri, var tað alt avgerandi at sleppa á ólavsøku og einki kundi metast sum tað.
Hon sigur, at í dag hevur hon tað ikki á sama hátt, og hon klárar eisini at liva uttan ólavsøkuna, sum hon tekur til.
- Ólavsøkuskráin er drúgv, og tað eru nógv tiltøk at vitja. Soleiðis haldi eg, at tað altíð hevur verið, og eg vænti eisini, at hetta verður so í framtíðini, sigur Jóngerð Martinsdóttir Nielsen.