Ólavsøkan er uttan iva serlig fyri flestu føroyingar. Men fyri nøkur er hon eyka serlig, og tað er hon fyri Tórunn og Petur Frank í Innistovu í Vestmanna.
- Vit møttu hvørjum øðrum her á ólavsøku fyri 9 árum síðan. Bæði í føroyskum klæðum, sigur Tórunn.
Síðan tá hava Tórunn og Petur Frank fingið tvey børn, Fríði og Bára, ið eru ávikavist 7 og 5 ár.
- Føroysku klæðini, sum vit eru í, hevur mamma mín gjørt, og vit eru øll fýra altíð í føroyskum klæðum, sigur Petur Frank.
Fyri børnini er tað tivoli’ið, sum hevur serligan áhuga.
- Hoppiborgin er tann besta, sigur Bára, ið samanlagt hevur hoppað í nakrar tímar gjøgnum ólavsøkuna.
- Eg havi kastað eftir tallerkum og eisini hoppað, sigur Fríði, sum annars var spentur upp á Tórsódn, sum hann tó var ov lítil til.
Í dag var tað ikki so nógv, sum skuldi náast hjá teimum fýra. Eitt er tó á skránni.
- Á midnátt ætla vit øll at fara oman til midnáttarsangin. So vóna vit bara, at børnini orka at vera vakin tá, sigur Tórunn.