Danska málmanskempan er við føroyska ferðalagnum í Hannover. Hann hevur gjørt eina avtalu við FSF, sum inniber, at hann er málmansvenjari hjá A-landsliðnum fram til endan av hesum árinum.
Mogens Krogh letur væl at teimum trimum málverjunum á landsliðnum, Jákup Mikkelsen, Gunnar Nielsen og Kristian Joensen. Hann ásannar eisini, at tað verður torført hjá venjaranum, at velja ein fram um hinar.
Í samrøðu við Rás2, minnist Mogens Krogh eisin aftur á, tá hann fyrst í 90inum var í Føroyum og spældi móti føroyska landsliðnum, tá Svangaskarður var tikin í nýtslu.
Hoyr her eina samrøðu, sum Rás2 gjørdi við Mogens Krogh á Hotel Føroyum í gjár.
Mynd: Mogens Krogh(t.h.)