Onki hevur verið at hoyrt til Moirae seinastu mánaðirnar. Og tað av góðum grundum.
Bólkurin hevur nevniliga læst seg inni í venjingarhølum í Havn, har vant hevur verið dúgliga. Nýggj løg eru á skránni. Og nýggj fløgu-útgáva er í pottinum.
Mánadagin var spakuliga riggað til í JakZac Studio í Havn, har innspælingarnar skulu gerast.
Tað eru skjótt tvey ár síðan fyrsta fløgan hjá Moirae kom út. Hon hevði rætt og slætt heitið ?Moirae?. Allir tekstirnir vóru á føroyskum. Eitt nú hevði Anker Eli Mortensen skrivað fleiri teirra.
Eisini á komandi fløguni hevur Anker Eli skrivað um helmingin av tekstunum, meðan Terji Rasmussen og Kaj Johannesen eisini hava skrivað tekstir.
Meira rockur
Sum skilst, so verður komandi útgávan helst upp aftur meira rockkend end tann fyrsta fløgan hjá bólkinum, sum eisini var tann fyrsti, ið vann Prix Føroyar kappingina.
Hjalti Joensen, Kim Hansen, Terji og Kaj hava allir skrivað løg til nýggju fløguna.
Fleiri teirra hava eisini verið roynd í praksis, tá Moirae hevur spælt kring landið. Bólkurin mann vera ein tann mest umbidni í landinum, og seint í heyst spældi Moirae eisini nógv.
Mikkjal Joensen, bassspælari í Moirae, sigur fyri Sosialinum, at ætlanin er at hava fløguna lidna seinast í mai mánað. Hon verðu ljóðblandað uttanlands, og longu nú er tað greitt, at navnframi Óli Poulsen verður aftan fyri knøttarnar.
Í Føroyum verður tað Jón McBirnie, ið fer at taka sær av, at innspælingarnar vera so góðar sum gjørligt.
Aftan á at fløgan er komin út, ætla limirnir í Moriae út kring landið at spæla í juni og juli.