Koma úr
Rio de Janeiro
Teir báðir brasiliansku leikararnir, sum skulu spæla við GÍ í ár koma báðir úr Rio de Janeiro. Teir koma ikki frá sama felag, men hava spælt í somu deild. Kappingin sum teir hava spælt í, er ein kapping fyri liðini í Rio de Janeiro. Teir hava báðir leikt í aðrudeild.
43 stig á muni..
Tá vit hittu Robson sunnukvøldið í Gøtu, var hann eitt sindur kaldur. Og tað var einki løgið í tí. Hann greiddi okkum frá, at áðrenn hann var komin til Føroya, hevði hann vant styrki- og konditiónsvenjing niðri á strondini í 40 hitastigum. Tað er eitt sindur á muni at koma til Føroya, tí her var kavi og stormur. Upprunaliga skuldi Robson til Íslands at spæla fótbólt við Leiftur. Tað var Páll Gullakson, sum heitti á hann at koma til Leiftur, hann manglaði ein verjuleikara. Sviparin hjá Leiftri hevur verið skaddur síðani íslendsku steypafinaluna, og tað sá ikki út til, at hann kundi leika í ár. Tí heitti Páll Gullagsson á Robson at koma til Íslands at spæla við Leiftri. Men fyri 14 døgum síðani gjørdist tað greitt, at sviparin var vorðin frískur, so tað ikki fór at verða brúk fyri Robson. GÍ hoyrdi um Robson, og bjóðaði honum at koma til Gøtu at spæla við GÍ.
Hetta er tað
vit mangla
Magni Jarnskor, sum er liðskipari hjá GÍ, er sera fegin um at hava fingið tveir leikarar úr Brasilia. Trupulleikin hjá okkum er, at vit tvey tey seinastu árini ikki hava havt nóg mikið av fólki. Og tá tað sær út til, at tilgongdin ikki er so stór, so má okkurt gerast fyri at náa toppin, og tað er kravið hjá leikarunum og ikki minst frá bygdafólkinum, sigur Magni Jarnskor. H-ann letur væl at leikarunum úr Brasilia, teir eru sera blíðir, og tað sær út, sum teir eru góðir fótbóltspælarar. Enn hava vit bara sæð teir spælt innandura, og tað kann ikki rættiliga metast við uttandurafótbólt.
Nei til landsliðið
Herfyri boðaði Magni Jarnskor landsliðsvenjaranum Allan Simonsen frá, at hann var givin á landsliðnum. Hetta merkir ikki, at hann fer at gevast at spæla fótbólt, tað kann ein jarnskorari ikki, sigur Magni. Nú fái eg meira tíð at hugsa um GÍ-liðið. Tað eru nógvir ungir leikarar, sum kunnu koma á landsliðið, sigur Magni Jarnskor, sum er 30 ára gamal.
Sasha fer eisini
at styrkja liðið
Magni Jarnskor er eisini spentur uppá, hvussu fyrrverandi TB leikarin Sasha fer at roynast hjá GÍ. Hann er í løtuni staddur í Jugoslavia, men kemur til Gøtu í marts. Síðani John Petersen fór til B36, hava vit havt trupulleikar at skjóta mál. Vit hava roynt at havt Henning ella Sámal frammi, men tað hevur ikki gingið so væl, tí tá hava vit havt trupulleikar á miðvøllinum, sigur Magni Jarnskor. Hann heldur, at tað er ikki ov nógv at hava tríggjar útlendingar, tí hópurin er ikki so stórur. Vit spæla so nógvar dystir, so vit eru noyddir at hava 16 góðar leikarar.
Magni Jarnskor er ikki bangin fyri, at hetta fer at taka móti frá teimun ungu leikarunum viðvíkjandi at koma á liðið. Hetta merkir bara at tað er ein stór avbjóðing at koma á liðið, sum ein ikki kemur sovandi til. Magni lovar at enda, at hann nokk skal gera sítt til, at meistaraskapi endar aftur í Gøtu. Hann er væl fyri og ætlar als ikki at gevast at spæla fótbólt