Noreg
Jákup Mikkelsen sat sum vant á beinkinum og hugdi at, tá Molde um vikuskiftið enn einaferð staðfesti, at tað er langt upp til formin frá í fjør, tá liðið bert var minuttir frá møguleikanum fyri Champions League fótbólti.
Um vikuskiftið tók Molde ímóti Aalesund, sum fyri fyrstu ferð er í bestu deildini, og undan hesum framvegis átti fyrsta sigurin til góðar.
Tað gera teir ikki longur, tí eftir 90 dramatiskar minuttir fekk Aalesund øll stigini við sær úr Molde.
Bert eitt korter inn í dystin legð Aalesund seg á odda við einum skjotum kontra, eftir at Molde annars hevði havt mesta trýstið, og minuttin eftir var skelkurin fullkomin hjá Molde, tá enn eitt Aalesund-álop endaði í málinum.
Molde royndi tó at stríða seg aftur í dystin. Einar tíggju minuttum høvdu teir minkað um munin, og so var at trýsta. Tað sá tó leingi út til at gerast úrslitaleyst, tí Aalesund megnaði fram til 93. minutt at standa ímóti trýstinum. Tá stútaði Daniel Berg Hestad bóltin inn, og lættin hjá áskoðarum var stórur, nú eitt stig kortini skuldi fáast úr dystinum, og Molde harvið slapp undan fullkomnu eyðmýkingini.
Men Aalesund vildi tað øðrvísi. Teir góvu bóltin upp, fóru í álop og gjørdu ikki mætari enn at senda bóltin í netið, beint áðrenn dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð.
Við hesum er Molde nú dottið niður á 11. pláss í bestu norsku deildini, og tó at teir hava ein dyst til góðar, so er einki at siga til, at vónríku áskoðararnir av álvara eru farnir at krevja av leiðsluni, at okkurt verður gjørt.