Tippeliga
Molde hevur ongantíð vunnið norska meistaraskapin. Men nú ætla teir, at tað skal vera. Tað verður ikki í ár. Molde er á 8. plássinum, og tað er lítið sannlíkt, at teir skulu røkka heiðursmerkjum. Men teir ætla sær at royna eftir bronsuni.
Molde ætlar sær at vinna NM í seinasta lagið í 2005. Teir eru so væl nøgdir við venjaran, Gundar Bengtsson úr Svøríki, at teir ætla at leingja sáttmálan við hann fram til og við 2005.
Gunde Bengtsson er komin til Molde í ár, og sáttmálaskeiðið er til og við 2002. Venjarin sigur seg vera væl nøgdan við umstøðurnar:
? Mær dámar væl, at felagið miðjar høgt og hevur ambitiónir. Eg haldi ikki, at tað er veruleikafjart at tosa um NM í seinasta lagið í 2005, men so verður neyðugt at halda upp á spælararnar og at fáa nýggjar og góðar spælarar til felagið, er svarið hjá venjaranum, tá norskir fjølmiðlar fregnast um, hvat hann heldur um stóru ætlanirnar.
Lítið meistaraligt
Sunnudagin høvdu Jákup Mikkelsen og teir vitjan av botnliðnum úr Tormsø. Sum 1. hálvleikur leið bendi alt á, at heimaliðið skuldi vinna tryggan sigur. Teir 5.147 áskoðararnir sólaðu sær í sera tryggum verjuspæli og skjótum og hugflogsríkum álopssnildum, sum høvdu við sær, at Molde í 60. minutti økti til 3?0 og harvið tóktist hava staðfest tryggan sigur.
Men so var um reppið, at teir eftir lítlari løtu mistu alt á gólvið.
? Eina løtu roknaði eg vil, at Tromsø fór at vinna, ásannaði venjarin eftir lokið stríð, og tað var ikki so undarligt, at hann roknaði soleiðis.
Tromsø minkaði um munin tvær ferðir í níggju minuttir. Í 72. minutti økti Molde til 4?2, men bara tveir minuttir seinni var 4?3, og síðsta korterið stóð tað nógv á hjá Jákupi og hinum í verjuni.
Deyðbóltarnir argaðu
Í Molde eru teir í løtuni ikki vinir við deyðbóltarnar. Fyrsta Tromsø málið kom eftir horna. Eftir stutta sending varð bólturin lagdur til handara stólpan, har ein maður var púra leysur, tá hann skoraði.
Tey bæði næstu málini komu eftir fríspark úr seytjan metrum. Í tí fyrra førinum spældu teir ímillum beinini á einum verjumanni og til ein púra leysan Tromsø mann, og í tí seinna førinum snittaði frísparkið ein manngarðinum og snýtti harvið Jákup Mikkelsen fullkomuliga.
? Vit arbeiða nógv við at betra um verjuna í deyðbóltsstøðunum, og vit mugu bara vóna, at tað fer at eydnast betri, enn tað gjørdi hesa ferð, segði Molde venjarin, sum sjálvandi fegnaðist um, at tað eydnaðist at fáa øll stigini.
Higartil hevur Jákup Mikkelsen ikki roynt at tapa í landskappingini. Vónbrotið var tapið í steypakappingini. Í landskappingini hava teir spælt 1?1 ímóti Rosenborg, vunnið 1?0 í Moss og nú 4?3 á Tromsø. VG er pírið við skoðsmálunum til Molde spælararnar hesa ferð. Saman við fleiri liðfeløgum fær Jákup Mikkelsen ikki meiri enn eitt trý tal.