Tá tað í Degi og Viku týskvøldið frættist, at eitt tól til avdúking av veikleikum í beinagrindini mátti av landinum aftur, tí 500.000 krónur ikki vóru tøkar, vóru mong, ið ógvaðust. Vágs Matmøðrafelag var fyrst at ringja til Elin Mørkøre, yvirlækna, og bjóða fíggjarligan stuðul til keyp av tólinum
Vágs Matmøðrafelag hevði í hyggju at heita á Kvinnusamskipan Føroya, um kanska møguleiki var at standa saman um stuðulstiltakið.
Men Vágs Matmøðra fegnast um, at tað longu fyrrapartin í gjár frættist í Útvarpinum, at annar stuðlari var, ið ætlaði at fíggja alt keypið. Ingi Mohr hevur heitt á Tórshavnar Býráð um at játta pening til keyp av tólinum.
Talan er um tól, ið avdúkar veikleikar í beinagrindini, so beinbrot kunnu fyribyrgjast.
Landsjúkrahúsið hevur tólið til láns. Tólið kostar 500.000 krónur , men hesin peningur er ikki tøkur og tískil má tólið av landinum aftur, um ikki onnur loysn fæst og peningur kann útvegast.