Monika Staus Joensen og hennara ferð í tónleikaheiminum

Onkuntíð tykjast umstøðurnar í tónleikaheiminum at hanga saman á ein hátt, at tú undrast yvir streymin í hesum ráki. Monika er ættað úr Schweiz og býr í Leirvík. Fredric Balazs er ættaður úr Ungarn (Budapest) føddur 1919 og býr í Amerika

Fredric Balazs
Fredric Balazs gjørdist konsertviolinistur og konsertmeistari í symfoniorkestrinum í Budapest bert 17 ára gamal. (f. 1919 ) Hann kendi fløvan av hondum Bruno Walters, Toscaninis, Ormandys og Furtwänglers. Hesir orkesturleiðarar góvu honum íblástur - ein førning bæði í ljóði og fimi til hansara skapandi gongd í tónlistini. Balazs gjørdist ikki bert góður tónlistamaður, men bleiv eisini ein góður komponistur.
Hann fór til Amerika og var við í Seinna heimsbardaga. Hetta var í 1941 aftan á álopið á Pearl Harbor. Tá ið hann kom heimaftur eftir bardagan, fekk hann heiðurin at verða fastur limur í amerikanska felagsskapinum fyri tónaskøld. Hetta var sum tøkk fyri luttøkuna í krígnum.
23 ára gamal varð hansara Divertimento spæld í California, har altjóða felagsskapurin fyri nútíðartónleiki var savnaður. Tónsetingar hansara vórðu t. d. samanbornar við Bartok og Shostakovich, og høvdu gott orð á sær. Um tónleik hansara kann í stuttum verða sagt, at hann er syrgiligur, lyriskur, romantiskur og stórbarur í sínum skapi. Vit kunnu eisini nevna, at hansara strúkikvartett hevur fingið fleiri heiðursmerki og er samanborin við frægu kvartettina hjá Shostakovich. Hetta vóru nøkur orð um Fredric Balazs.

Fredric Balazs og Monika Stauss Joensen
Balazs fær ofta áheitanir um at skriva tónleik til ymisk ljóðføri og skrivaði Monika bræv til hansara um at fáa tónleik frá honum fyri klaver og violin til Summartónarnar 1998. Hann gav Stamen og Moniku eina sonatu fyri klaver og violin. Tá ið hann hoyrdi, at tey fóru at spæla hana, avgjørdi hann at koma at vitja. Balazs kom líka úr USA til Føroyar at lurta eftir sonatuni,, og gjørdu tey av at spæla dupultkonsertina av Bach, har Monika og Balazs spældu violin og Stamen klaver. Ja, pappírið er tolið, og var tað við darrandi penni, at Monika skrivaði til hendan mæta tónlistamann. Tá ið Balazs kemur heimaftur, skrivar hann eina partitu(suitu) fyri soloviolin í 4 pørtum, ognar Moniku hetta verk og varð hetta tónleikastykki frumframført á einum altjóða Bachfagnaði í Scaffhausen í Schweiz. Hetta gjørdi hann, sum eina tøkk til Moniku fyri blíðskapin, meðan hann vitjaði í Leirvík
2001 fór Monika og Helena Ringenberg til Amerika. Tað var sjálvur Balazs, sum bjóðaði teimum at koma yvir til Sn Luis Obispo, sum liggur millum Los Angeles og Francisco. Monika Spældi violin, og Helena spældi cembalo.
2005 fara Ólavur Jacobsen og Monika aftur til Amerika. Òlavur spælir gittar og Monika violin. Her spæla tey aftur eitt stykki av Balazs, og Monika spælir 2 partar av Solosuituni í Sn Luis Obispo

Monika og Elzbieta Wiedner –Zajac
Hesin poetiski streymurin førir Moniku í samband við eitt tónaskald, sum eitur Elzbieta Wiedner –Zajac, polskt tónaskald og úrmælingur á klaverinum. Jóhannes Andreasen hevði Elzbietu sum lærara, meðan hann las í Wien. Í febr. Í 2007 kom Elzbieta til Føroya á konsertferð. Tað var Konsertfelagið, sum skipaði fyri hesi ferð. Her komu Monika og Elzbieta at kennast. Tær avtala, at hava eina konsert saman og 8. Septembur í ár, høvdu tær eina konsert í Bösendorfer Saal í Wien. Á skránni var aftur Partitan, sum Balazs hevði ognað Moniku, og hesin poetiski stimin av fragdargóðum ljóði gav Elzbietu Widner - Zajac íblástur til at skriva eitt preludium fyri violin og klaver, sum hon ognaði Moniku.

Jenö Takács
Á skránni var eisini eitt tónleikastykki av Jenö Takács ( 1902 -2005), sum bleiv yvir hundrað ára gamal. – Aus dem Zyklus” Von Nah und Fern op. 11 für klavier, (ognað Ann Gibbens Davis) nr. 15 “Abendlied”(Ungarn) og Nr. 7 “ Spoitlied” (Ungarn).
Tackács varð borin í heim í Cinfalva í Ungarn. Sum ungur las hann tónleik á tónleikaháskúlanum í Wien, og hevði Joseph Marx í tónseting og Paul Weingarten í klaverspæli. Tackács og Bela Bartaók vóru væl, og var góður andi teirra millum frá 1926,til Bartók fór til Amerika í 1940. Nevnast kann, at Tackács var professari við lærda háskúlan í Cairo frá 1927 til 1932, har hann granskaði í arabiskum og eygisptiskum tónleiki. Tað, sum eisini er áhugavert her, er, at Balazs og Takács vóru vinmenn, so alt er ein røringur av einum tónaslátti, sum tú kanst halda er tilvildarligur, men kanska er at siga, at hendan “heilaga tónleikafamilja” er kanska ikki so stór, og tú veitst.... kennir tú fimm fólk, so kennir onkur teirra onkran, sum kennir pávan. Nei, eg hugsi bara tað, at keðiligt er tað ikki, tá ið tónleikurin tvinnar løturnar saman í listaligar tónleikamyndir. Flestu tónleikarar hava upplivað fleiri slíkar, og Monika er ein teirra.