Í kvøld klokkan 19.45 spælir føroyska landsliðið sætta dystin í hesari HM-undankappingini í undanbólki L.
Dysturin verður ímóti Montenegro. Bæði liðini hava seks stig fyri fimm dystir.
Á heimavølli 25. mars vann Montenegro 1-0 á Føroyum við máli, ið var skotið í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Tað sveið hjá okkara monnum.
Montenegro hevur eina lítla favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á føroyskan heimasigur liggja millum 3,20 og 3,64.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,05 og 3,50.
Oddsini upp á montenigrianskan útisigur liggja millum 2,10 og 2,25.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##