Í morgin verður nýggja útgávan av matblaðnum, White Guide Danmark, hátíðarhildin í Kjøtbýnum í Keypmannahavn. Blaðið leitar eftir teimum 153 bestu matstovunum í danska kongaríkinum. Seks føroyskar matstovur verða við í blaðnum, og hetta er fyrstu ferð, føroyskar matstovur eru so væl umboðaðar í White Guide. Hesar eru Koks, Ræst, Áarstova, Fútastova, Frumbiti og Barbara.
White Guide er aftur í ár imponerað av Koks. Føroyska matstovan er nevniliga millum tilnevndu matstovurnar í greinini “Ársins fiska- og skeljadjórauppliving”. Hinar tilnevndu matstovurnar eru Noma og Rudolf Mathis
Hendan heiðurslønin verður latin einari matstovu, sum ger okkurt ekstraordinert burturúr fiski og skeljadjórum.
- Seinasta árið hava vit havt eitt serliga gott upplivilsi við hesum á Koks, og tí er Koks ein av teimum trimum tilnevndu her, sigur Jacob Lövenlund, sum er redaktørur á White Guide Danmark.
Hetta er ein av 13 heiðurslønum, og ársins matstova skal eisini finnast.
Føroysk gastronomi kemur í stóran mun til at mynda kvøldið. Umframt hesar seks matstovurnar, so hevur White Guide eisini heitt á tveir føroyskar kokkar, Teitur Christensen og Rói Mikkjalsson, um at gera mat til galladøgurðan seinni á kvøldi. Harumframt verður TARI, sum framleiðir tara sum matvøru, eisini til staðar til tiltakið í Kjøtbýnum.