Í morgin kemur Harry Potter

Síðsta bókin í Harry Potter røðini kemur í morgin í føroyskari týðing. Og hetta er samstundis fyrsta norðurlendska týðingin av bókini. Danska týðingin kemur í næstu viku. Í sjeyndu og seinastu bókini um Harry Potter svarar J. K. Rowling hegnisliga teimum mongu spurningunum, ið nógv hava bíðað spent eftir.

Vit sleppa at lesa um endaligu uppgerðina millum Harry Potter og ónda gandakallin Voldemort.

Í morgin kemur Harry Potter og arvalutir Deyðans í bókabúðirnar í Føroyum. Og føroyska týðingin er tann fyrsta í norðurlondum. Danska týðingin kemur í vikuni eftir og svenska, norska, íslendska og finska seinni.

Harry Potter og arvalutir Deyðans kom út 21. juli í Onglandi ? ein minutt eftir midnátt. Bókhandlar ? og fjepparar ? í Onglandi og aðrastaðni gjørdu nógv burturúr. Eittnú hevði bókahandilin í SMS opið hesa náttina, og Bergur Rasmussen, sum hevur týtt bókina til føroyskt, var hjástaddur og hugleiddi um at týða Harry Potter.

Beinanvegin sló bókin øll sølumet; eftir nøkrum døgum var hon seld í 2,7 mió. eintøkum í Onglandi og 8,3 mió. eintøkum í USA. Undanfarna metið átti sætta bókin um Harry Potter.

Bókin verður týdd til 93 mál. Samlað eru bøkurnar um Harry Potter higartil seldar í meiri enn 350 mió. eintøkum.