Í morgin verður Kim Larsen heiðraður í SMS

Í morgin verður heiðurskonsert fyri Kim Larsen á torginum í SMS. Heiðurskonsertin er í sambandi við føðingardagsvikuna hjá SMS.

 

30. september doyði størsta tónaskaldið í nýggjari tíð í Danmark. Sangirnir hjá fólkakæra Kim Larsen hava leingi verið fólkaogn og fara uttan iva altíð at halda fram við at vera tað.

 

Vikuna eftir, Kim Larsen doyði, varð skipað fyri nógvum tiltøkum í Danmark. Í øllum teimum stóru býunum vóru heiðurskonsertir, og í Keymannahavn var ein minnisgonga, har umleið 30.000 fólk gingu gjøgnum býin og mintust spælimannin. Norðurlandahúsið hevur eisini skipað fyri minnistiltaki fyri Kim Larsen, og nú roynir SMS seg eisini. 

 

Tey, ið koma at framføra, vera Finnur Koba, Lea Kampmann, Eyðun Nolsøe og Deiggj.