Mort Walker er deyður.
Kendur er hann sum maðurin, ið uppfann og teknaði kendu teknirøðina "Basserne".
Addison Morton Walker, vanliga nevndur Mort Walker, gjørdist 94 ár.
Longu sum 11 ára gamal byrjaði hann at gera teknirøðir, og hann hevði ein fingur við í spælinum, tá fleiri kendar røðir komu undan kavi. Men tað vóru hansara lýsingar av lívinum í amerikanska herinum, ið gjørdu hann kendan, og røðin Basserne er kend kring heimin.