- Tað er bæði beiskt og bitturt at síggja, hvussu topparnir í Tórshavnar býráði - og her hugsi eg um borgarstjóran, Anniku Olsen og býráðslimin, Boga Andreasen - hvussu tey diskriminera og gera mismun á borgarunum í Havn við at steingja sølutorgið í Vágsbotni av fyri teimun eldru borgarunum, sum koma við bili.
Tað sigur Mortan Johannesen, fiskaseljari í Vágsbotni, á sínari Facebook-síðu í dag. Hann sigur, at um tey, sum selja, vísa sína ónøgd, verður løgreglan bara send eftir teimum.
Hann vísir á, at samstundis, sum sølutorgið í Vágsbotni verður stongt av, sleppur ein avbygdamaður at taka stóran part av gongugøtuni og alt fortovið í miðbýnum til sína sølu.
- Eg havi einki í móti, at maðurin selur har, men eg góðtaki ikki á nakran hátt, at hasir býráðspolitikararnir leggjast eftir okkum, ið hava Vágsbotn sum sølutorg.
Tað kann ikki vera meiningin, heldur Mortan Johannesen fyri, at ein dama úr Vági og ein maður úr Klaksvík, sum ongantíð hava vitað, hvønn politiskan lit tey hava, skulu koma og niðurleggja eina 100-150 ára gamla mentan, sum Vágsbotn hevur havt.
Á tráðnum hjá Mortani Johannesen á Facebook viðmerkir Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, at sjálvandi skulu tey, sum selja á sølutorginum í Vágsbotni, fáa frið at selja her, soleiðis sum tey altíð hava gjørt.
- Hatta er ein týdningarmikil partur av okkara mentan. At vegurin bleiv stongdur av Undir Bryggjubakka við pullertum, og at suðuroyingurin selur fisk i gongugøtuni, eru alt avgerðir, sum undanfarna býráð tók avgerð um, leggur Annika Olsen, borgarstjóri, aftrat.
##med2##