Danski landsliðsvenjarin í fótbólti, Morten Olsen, er sinnaður at royna seg aftur sum venjara í einum felag. Síðani 2000 hevur Morten Olsen vant danska landsliðið, og hann hevur framvegis sáttmála við DBU. Men nú sigur Morten Olsen, at hann kundi væl hugsa sær at farið í eitt felag aftur at verið venjari. Áður hevur Morten Olsen vant eitt nú Brøndby, Ajax og Køln.