Ákæruvaldið hevur í dag gjørt nógv burtur úr at seta fokus á, at tað vóru húsini hjá Pidda á Gerðisvegi 34, sum vóru motivið hjá tí nú 33 ára gamli kroatanum at gera av við Dánial Petur Hansen.
Piddi var sum kunnug skildur frá konuni, sum síðani gjørdist unnusta hjá ákærda kroatanum. Húsini stóðu í Tinglýsingini at vera ogn hjá konuni, men skiftið var ikki liðugt.
Í rættinum var upplýst, at Piddi hevði bjóðað fyrrverandi konuni at keya hennara part, fri síðani at eiga ognina sjálvur. Tilboðið var 115.000 krónur, sum var metta frívirðið í húsunum. Hesum tók fyrrverandi konan ikki av.
Seinni gav so fyrrverandi konan Pidda júst sama tilboð, men tað dró út at fáa svar frá Pidda.
Samstundis sendir ákærdi ein kroatiskan sáttmála umsetta gjøgnum Google Translate umvegis eini Facebook boð til unnustu sína altso fyrrverandi konu Pidda. Hetta sigur kroatin seg einki kenna til.
Tvey nærum eins dokumentir eru somuleiðis at finna á stationeru telduni hjá ákærda, har teksturin eisini er umsettur úr kroatiskum gjøgnum Google Translate. Dokumentini eru ikki hundrað prosent eins, men bæði umtala Dánial Petur Hansen, ið skal flyta úr húsunum og halda seg í minsta lagi 500 metrar frá ognini.
Kroatin segði seg ongantíð brúka Google Translate, og segði seg annars ikki kenna til hesi dokumentini á teldu síni. Ákærin kundi tó prógva, at telda hansara hevði brúkt Google Translate 25 ferðir seinastu mánaðirnar, áðrenn handtøkuna.