Mótmælisfundur á Argjum

Vit mótmæla at børnini á Argjum og børn í Vesturbýnum í Havn, ikki fáa skúlapláss sínum í nærumhvørvi.

 

Vit mótmæla at foreldur eru noydd at taka fimm ára gomlu børnini úr dagstovnunum, og skriva tey inn í forskúla fyri at vænta sær eitt pláss í skúlanum í nærumhvørvinum.

Vit mótmæla at foreldur hava eitt ótrygt og óupplýst grundarlag at taka støðu út frá, tá einki svar er komið frá Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum uppá fyrispurningin frá Tórshavnar kommunu um eyka skúlaspor.

Valið at fara í forskúla skal vera eitt frítt val, og skal ikki vera eitt tvang fyri at fáa skúlapláss.

Børn skulu hava loyvi at ganga í barnagarði inntil tey eiga at fara í skúla. Og tá tey fara í skúla, eiga tey at ganga hava møguleikan at ganga í skúla í sínum nærumhvørvi.

Barnið skal vera fremst tá vit gera politikk. Tað er tað ikki í hesum málinum.

Einasta loysnin í hesum máli, sum loysir allar knútarnar í einum er at hava nokk av skúlaplássi.

Tí hevur Tórshavnar kommuna biðið um at fáa tvey eyka skúlaspor. Eitt til Skúlan á Argjahamri og og eitt til Skúlan á Fløtum. Tórshavnar kommuna hevur heitt á Barna- og Útbúgvingarmálaráðið um at svara umbønini áðrenn jól, men enn er einki endaligt svar komið.

 

Tíðarsensitivt

 

1) Tórshavnar kommuna hevur sett 10 mió av í fíggjarætlnini til nýggjar skúlastovur. Hesar skulu bíleggjast og skulu tær standa klárar í august, er neyðugt at fáa eitt svar nú.

 

2) Á midnátt 15 januar fer freistin fyri innskriving til komandi skúla- og forskúla ár.

Tá skulu foreldur hava tikið eina støðu. Soleiðis er innskrivingin sambært fólkaskúlalógini.

Men hesi foreldur vita ikki hvat vendir upp og niður, og um teirra børn fáa skúlapláss um hálvtannað ár ella ikki.

Tey eru ótrygg og vita ikki.  Hetta hevði ikki komið fyri nakra aðrastaðni í landium uttan at alt fór upp í eitt rok.

Tað er ótrúligt áhugin fyri børnunum í høvuðsstaðnum er lítil.


Vegna fyriskipararnar

Heidi Lava Elgeirsdóttir