Móttøka fyri KÍ í kvøld

Í samband við at KÍ vann á BK Häcken í Gøteborg í gjár, verður almenn móttøka á Djúpumýru í kvøld. Leikararnir vera væntandi við vøllin áleið kl. 21.45 í kvøld, sum er beint eftir konsertina hjá Klaksvíkar Hornorkestri á ársins summarfestivali

Klaksvíkar kommuna: Summarfestivalur er í hesum døgum og tí kann vera trupult at sleppa av við bilin í miðýnum og kring Djúpumýru. Heitt verður í hesum sambandi á viðhaldsfólk, sum ynskja at heiðra KÍ, um at nýta inngongdina við Bøgøtu ella Jógvan Waagsteinsgøtu. 


Góða úrslitið hjá KÍ merkir, at KÍ er fyrsta føroyska felag at vinna tveir dystir í Champions League og er KÍ tí eisini  tryggjað luttøku í bólkaspælinum í UEFA Conference League. Hetta má sigast at vera eitt bragd og skal hátíðarhaldast.

Komandi dystur hjá KÍ í Champions League verður ímóti norsku meistarunum Molde. Fyrsti dysturin verður týsdagin 8. august á Tórsvølli.