Móttøka fyri U20-landsliðnum á Vaglinum mánakvøldið klokkan 18

Tórshavnar kommuna skipar fyri móttøku uttanfyri ráðhúsið

Mynd: Harald Bjørgvin

Mynd: Harald Bjørgvin

Í morgin vera U20-landsliðshetjurnar, ið hava gjørt Føroyum stóra æru við fýra sigrum, tveimum teprum tapum og bert einum stórtapi við EM-endaspælið í Portugal alment fagnaðir.

 

Tað er Tórshavnar kommuna, ið skipar fyri móttøku uttanfyri ráðhúsið á Vaglinum.

 

Á skránni verður tónleikur og heiðursrøður fyri U20-landsliðnum í manshondbólti.

 

Tórshavnar kommuna vónar at síggja nógv fólk koma oman at heiðra liðnum, ið gjørdi tað so framúr væl við at vinna seg millum 10 tey fremstu liðini í Evropa, og harvið vinna seg til HM-endaspælið fyri U21-landslið komandi summar.

 

Mynd: Harald Bjørgvin

Mynd: Harald Bjørgvin