Í gjár vann Bogi Olsen úr Rituvík HM í inniróðri. Í dag ferðast hann og hinir átta rógvararnir heima aftur á klettarnar. Tað gera teir umvegis Keflavík, hagani teir fara við Atlantsflog og til Føroyar.
Kappróðrarfelagið NSÍ fegnast um heimsmeistaraheitið hjá Boga Olsen og um góðu úrslitini hjá hinum báðum rógvarunum úr felagnum, sum vóru við í kappingini í Boston. Talan er um systkini Kem og Ingu Weihe úr Lamba, sum stóðu seg væl, hóast tað ikki á hesum sinni rukku heiðursmerkjapallinum.
Borgarstjórin og varaborgarstjórin í Runavíkar kommunu – Tórbjørn Jacobsen og Helgi L. Petersen – hittu heimsmeistaran á flogvøllinum í Reykjavík seinnapartin. Tá ið teir báðir – borgarstjórin og varaborgarstjórin – ikki eru heima, verður tað fyrrverandi borgarstjórin, Magnus Rasmussen, býráðslimur og løgtingsmaður, sum vegna kommununa fer at fagna rógvarunum. Eisini fara umboð fyri róðrarfelagið at siga nøkur orð.
Almenna móttøkan verður í neystinum á Glyvrum klokkan 18.00.