Mourinho: Eg tapi ongantíð á Stamford Bridge

Í tíðini sum Chelsea venjari, tapti Jose Mourinho ongantíð á heimavøllinum Stamford Bridge. Tað er eisini boðskapurin nú, tá hann við nýggja liðnum hjá sær, Inter Milan, kemur á vitjan á Stamford Bridge. Inter vann fyrra dystin í Milano 2-1.

 

Chelsea eru uttan Petr Cech, Ashley Cole, Michael Essien, Hilario og Jose Bosingwa. Tað merkir at Chelsea stillar upp við Ross Turnbull í málinum. Hann er vanliga triðja val sum málmaður, tí bæði Petr Cech og Hilario eru skaddir.

 

Fyri Inter er Christian Chivu framvegis skaddur, meðan Thiago Motta er ivasamur. Eitt av stóru talentinum hjá Inter er framherjin Mario Balotelli. Hann er ikki við í hópinum og Jose Mourinho vil ikki siga meir um hví.

 

Champions League dystirnir í kvøld:

 

19:45

Chelsea ? Inter Milan

Sevilla ? CSKA Moskova