Mourinho hálovar Bailly

José Mourinho hevur brúkt 300 milliónir upp á miðverjan

José Mourinho, nýggjur venjari hjá Manchester United, hevur kunngjørt sítt fyrsta stóra keyp sum venjari hjá felagnum. Hann hevur keypt 22 ára gamla miðverjan Eric Bailly fyri 300 milliónir krónur frá Villareal.

 

- Hann kann blíva ein tann besti miðverjin í heiminum, sigur José Mourinho.

 

Eric Bailly er úr Fílabeinsstrondini og hevur seinasta hálva annað árið spælt við Villareal í Spania. Fyri bara 18 mánaðum síðani keypti Villareal hann frá Espanyol fyri áleið 40 milliónir krónur.

 

Í løtuni er stóra søgan, at Manchester United er í holt við at tryggja sær Zlatan Ibrahimovic, ið er givin í PSG. Sky Sports sigur í dag, at samráðingarnar eru væl áleiðis og talan er um ein sáttmála upp á eitt ár.