MP3 ? stuldur ella reklama

Úti í heimi er tað ein stórur trupulleiki, at tónleikur, sum liggur á internetinum, verður tikin niður, brendur á fløgu og síðani seldur í massavís. Fleiri persónar hava fingið dóm fyri slíkt uttanlands. Tað sama gongur eftir øllum at døma fyri seg her á landi, men torført er at verja seg ímóti tí

MP3. Tey fægstu vita hvat tað er, og uppaftur færri vita, hvat tað merkir. Men í veruleikanum er tað nakað, sum spakuliga kann grava botnin undan føroyskari tónleikaframleiðslu. Ikki sjálv MP3-fílan, men tað at hon kann kopierast ? og seljast.

  Tí tað er tað, tað heila snýr seg um.


Tónleikur á netinum

Tað snýr seg um eitt format, sum ger tað møguligt at goyma ljóðfílur á telduni. Vanligar ljóðfílur krevja sera nógv pláss, men ikki ein MP3-fíla. Hon verður pakkað so nógv, at hon krevur sera lítið pláss á harðdiskinum. Men kortini hevur hon eina sera góða góðsku, sum er nógva ferðir betri enn eitt nú kasettubondini vóru í gomlum døgum.

  Hóast tað ikki er bara sum at siga tað at gera tónleik til MP3-fílur, so finnast ókeypis forrit á internetinum, sum umgera tónleikin á eini fløgu til MP3-fílur, og hesi forrit eru púra lóglig.

  Og steðgaði leikurin her, so var trupulleikin ikki til staðar, men tað ger hann ikki.

  Trupulleikin við MP3-fílunum er m.a., at tær verða lagdar út á internetið, haðani tær verða kopieraðar í aðrar heimateldur, massaframleiddar og seldar fyri ein brotpart av tí, sum upprunafløgan kostar.

  Hetta tekur matin úr munninum á tónleikaranum og tað kann, um illa vil til, hava við sær, at tað fíggjarliga fer at bera til, at geva út tónleik.

  Í londunum kring okkum er trupulleikin staðfestur við fleiri rættarmálum, men her heima er tað bara nakað, sum hoyrist. Eingin er handtikin og eingin kanning er almannakunngjørd, sum sigur, at hetta fer fram. Og hóast tað kann sammetast við bandkopiering, so er trupulleikin nógv størri nú, tí góðskan í dag er so nógva ferðir betri.


Trupulleikin er til staðar

Kortini er tað nakað, sum bendir á, at tað er ein trupulleiki. Gissur Patursson, stjóri í 3?aranum, sigur, at tað er einki at ivast í, at piratkopiering og ólóglig søla fer fram í Føroyum.

  ? Hyggja vit at søluni av tí, sum verður givið út í Føroyum í dag, so sæst, at tað eru sera fáar fløgur, sum selja meiri enn 1.500 eintøk. Fyrr hendi tað sum einki, at vit seldur 5.000 eintøk av onkrari útgávu, ja, Tónlist seldi 7.500 eintøk av bandinum teir góvu út. Í dag selja sjálvt ikki Eyðun og Terji meiri enn gott og væl túsund eintøk. So eg haldi, at tey tølini tala fyri seg, sigur Gissur Patursson.

  Hann vísir á, at tey ungu hava atgongd til teldur allastaðni, og tí er einki at ivast í, at tey "framleiða" sínar egnu fløgur. Hann veit eisini, at onkur ger meiri enn ta einu fløguna, sigur hann ...

  ? Tað keðiliga er, sigur Gissur, at tey á ein hátt saga sína egnu grein av. Tá tey stjala tónleik á henda hátt og selja hann víðari, so stjala tey eisini frá tónleikarunum.

  Og tað er tað, sum hann heldur vera órættvíst. At tónleikahandlarnir missa pening er ein annar ? og minni trupulleiki.

  ? Hví skulu tónleikarar fara undir dýrar útgávur, tá tey ikki fáa tað at hanga saman fíggjarliga, spyr Gissur.


Venda byttuni á

Kristian Blak, sum er stjóri í Tutl, sigur, at hann eisini hevur hoyrt um trupulleikan, men at hann sjálvur ikki kennir nakað til, at trupulleikin er til staðar í Føroyum.

  Hinvegin heldur hann, at tað ber illa til at ímynda sær, at føroyingar eru stórt mætari enn grannarnir kring okkum, og tí ivast hann ikki í, at tað fer fram. Vit kenna bara ikki vavi av tí, heldur hann.

  Tutl er limur í altjóða framleiðarafelagsskapinum IFPI, sum hevur skrivstovu í so at siga øllum limalondum, og tann felagsskapurin er fult greiður yvir, at stuldur av tónleiki fer fram um internetið og teldurnar. Í einum skrivi, sum Tutl fekk frá IFPI fyri kortum, stendur at lesa, at í Finnlandi siga 17 prosent, at tey kopiera tónleik ólógliga. Í Danmark er trupulleikin vælkendur, og tí er lítið at ivast í, at tað eisini fer fram í Føroyum.

  Kortini vísir Kristian Blak á, at tað eisini ber til at venda byttuni á høvdið og selja hesar fílurnar um internetið. Ein handil sum Tutl, um ein amerikanskan nethandil ? og nú eisini ein bretskan ? er við í.

  ? Á tann hátt kunnu vit fáa inntøkur av at selja MP3-filur, og tá verður tað fult lógligt eisini.


Kann brúkast positivt

Steintór Rasmussen og Finnur Hansen, sum báðir framleiða tónleik, siga, at teir hava hoyrt um trupulleikan, men at teir ikki duga at ímynda sær, hvussu stórur trupulleikin er.

  ? Tíðin í dag talar til moralin, og tá er tað líka sum upp til hvønn einstakan, hvussu hann ber seg at, sigur Steintór.

  Hann heldur, at tað sjálvsagt kann gerast ein trupulleiki, um ein nýggj fløga, verður margfaldað av øðrum enn framleiðaranum, men tað er ikki soleiðis, at hann ímyndar sær støðuna í dag. ? Tað er nokk meira við at tey blanda ymsan tónleik saman, men er tað ólógligt, so er tað ólógligt.

  Finnur og Steintór er samdir um, at MP3 og internet kunnu brúkast positivt, sum ein máti at spjaða tónleikin út um Føroyar.

  ? Til dømis kann tað brúkast ístaðin fyri demofløgur, sigur Finnur, sum eisini er samdur við Steintóri í, at tað kann vera eitt kompliment, at teirra tónleikur verður lagdur út á netið.

  ? Og sjálvur havi eg ongantíð sagt nei, tá onkur hevur biðið um loyvi at leggja mín tónleik út á netið, sigur Steintór.

  At internetið framhaldandi verður brúkt til at leggja tónleik út á, og taka niður úr, er tó lítið at ivast í. Og vit fara uttan nakran iva at hoyra meira til trupulleikan framyvir ...


sveinur@sosialurin.fo