Hosni Mubarak, sum herfyri bleiv noyddur ú forsetaembætinum í Egyptalandi, hevur nú fingið at vita, at hann fær ikki loyvi til at fara av landinum, og at myndugleikarnir hava lagt hald á allar ognir hansara. Avgerðin, sum ríkisákærin í Kairo hevur tikið, umfatar eisini húskið hjá fyrrverandi forsetanum.
Ríkisákærin vil ikki greina nærri, hví hann hevur tikið avgerðina, men ákæruvaldið hevur fyrr váttað, at tað hevur fingið klagur frá fólki um, at Mubarak og hansara næstu hava fjalt ovurhonds stórar ognir í øðrum londum.
Tað hevur ljóðað, at Mubarak-húskið skal hava lagt nógvar milliardir dollarar undir seg, men tað hevur løgfrøðiligi ráðgevi teirra avsannað.
Frakland og Sveis hava boðað frá, at tey hava lagt hald á ognir, sum Mubarak-húskið eigur har. Sveisiskir bankar hava sagt, at Mubarak og hansara næstu eiga fleiri tíggjutals milliónir sveisiskar frankar á loyniligum kontum í landinum.