Í gjár ljóðaði, at fyrrverandi egyptiski forsetin Hosni Mubarak var deyður, men tey tíðindini hava teir egyptisku myndugleikarnir avsannað. Myndugleikarnir siga eisini, at kona Mubarak og báðar verdøturnar vóru á sjúkrahúsinum og vitjaðu hann í morgun.
Hosni Mubarak viknaði brádliga í síðstu viku, eftir at hann hevði fingið lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava givið trygdardeildunum boð um at skjóta eftir mótmækisfólki í fjør. Myndugleikarnir siga, at hann er givin at eta og fær nú bara flótandi.
Mubarak liggur á einum fongsulssjúkrahúsi í høvuðsstaðnum Kairo.